Verjumálaráðharri: Vit taka hóttanir frá al-Qaeda í álvara

Danski løgmálaráðharrin heldur, at samanhang er millum koranbrenningarnar og hóttanina frá al-Qaeda.

 

Peter Hummelgaard, løgmálaráðharrin er stúrin um hóttanina. (Arkivfoto) - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Peter Hummelgaard, danskur løgmálaráðharri, leggur dent á, at hann tekur hóttanina frá hernaðarliga felagsskapinum al-Qaeda »í álvara«.

– Vit hava eina hóttarnarmynd ímóti Danmark, tað er álvarsamt, og hon er seinastu tíðini økt, sigur hann.

Samstundis leggur hann dent á, at fólki ikki skal óttast eitt álop.

– Tað er týdningarmikið fyri meg at siga, at vit hava eina ógvuliga dugnaliga og árvakna løgreglu og fregnartænastum, sum ansar okkum.

Í gjárkvøldið váttaði Politets Efterretningtjeneste ftyri TV2, at hernaðarliga islamistiska netverkið al-Qaeda gjøgnum miðlarás sína, al-Sahab, hevur sent út eina fráboðan, har tað verður mælt til álop á Svøríki og Danmark.

Peter Hummelgaard sær eina beina linju frá koran brenningunum til hóttina frá al-Qaeda.

– Koranbrenningar seinastu tíðina hava dørt við sær negativt uppmerksemi frá hernaðarligum islamistum, og tað hevur týdning fyri hóttanarmyndina.

– Tí er tað nakað, sum fregnartænastan og stjórnin taka í sera stórum álvara, sigur løgmálaráðharrin.

/ritzau/

 

Peter Hummelgaard, løgmálaráðharrin er stúrin um hóttanina. (Arkivfoto) - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix