Hamas er farið í »kríggj ímóti statinum Ísrael«, sigur Yoav Gallan, verjumálaráðharri, eftir at Hamas í morgun hevur framt óvæntað álop á Ísrael.
Islamistiska Hamas-rørslan, sum stýrir Gaza, sigur, at tað frá palestinska innlendisøkinum eru skotnar 5.000 rakettir ímóti Ísrael. Talið er ikki váttað av øðrum.
Samstundis er fleiri herfólk send inn í syðra partin av Ísrael, har boðað er frá bardøgum í fleiri býum.
– Hamas hevur gjørt eitt álvarsamt mistak í morgun at fara í kríggj ímóti statinum Ísrael, sigur Galliant í einum boðum.
Hann váttar sambært BBC, at tiltaksherfólk í ísraelska herinum í hesi løtu verða kallað inn.
/ritzau/AFP











