Verjuleikari nærkast Manchester United

Fleiri miðlar skriva í dag, at argentinskur verjuleikari er nær við at gera sáttmála við Manchester United

Fleiri miðlar skriva í dag, at Manchester United nærkast einum argentinskum verjuleikara. Verjuleikarin, ið talan er um, er Marcos Rojo, ið spældi fast á vinstra bakki hjá Argentina undir HM endaspælinum í Brasil fyrr í summar.

 

Tað ljóðar at Manchester United er sinnað til at gjalda umleið 200 milliónir krónur fyri argentinska verjuleikaran, ið til dagliga leikar fyri portugisiska Sporting Lissabon.

 

24 ára gamli Marcos Rojo kann spæla í miðverjuni og á vinstra bakki.