Verjukempa takkar fyri seg

37-ára gamli Giorgio Chiellini gevst á landsliðnum

Tá ið Giorgio Chiellini í 63. minutti av landsdystinum ímóti Turkalandi í gjárkvøldið varð útskiftur fyri helst væntandi eftirmann sín, Alessandro Bastoni frá Inter, gjørdist italskur fótbóltur samstundis ein úrmæling fátækari. Tað gjørdist til heili 19 ár á landsliðnum og 116 landsdystir, áðrenn Chiellini takkaði fyri seg á italska landsliðnum.

 

Fyri góðum átta mánaðum síðani stóðu teir himmalbláu italienararnir ovast á sigurspallinum í europeiskum fótbólti sum vinnarar av Europameistaraheitinum 2020, hóast teir ikki luttóku í HM 2018 í Russlandi. Fyri lítlari viku síðani vórðu teir aftur lumpaðir, hesaferð av norðurmakedonum og enntá í yvirtíðini, tá Aleksandar Trajkovski við einum langskoti á gamla heimavølli sínum í Palermo sendi Italia út í myrkrið. Norðurmakedonia vann sostatt 1-0 í frásáldingardystinum til HM 2022 í Qatar.

 

Saman við málmanninum, Gianluigi Donnarumma, stóðu teir báðir, 36-ára gamli Giorgio Chiellini og 34-ára gamli Leonardo Bonucci, seg sera væl undir EM 2020, sum varð spælt summarið 2021 orsakað av corona. Teir tríggir mundu eiga stóran heiður fyri, at Italia vann endaspælið, men tapið fyri Norðurmakedonia fær nú avleiðingar fyri Chiellini, og trítyssið spælir ikki aftur saman fyri Italia.

 

Chiellini umboðaði Liverno øll ungdómsárini og spældi tey fyrstu árini á besta liðnum har, áðrenn hann umvegis eitt miseydnað tilhald hjá AS Roma endaði í Juventus. Hann varð útleigaður til Fiorentina, men hevur síðani spælt samanlagt 552 dystir fyri “Gomlu dámuna”. Tað eru bara Alessandro Del Piero og Gianluigi Buffon, sum hava spælt fleiri dystir fyri Juventus, men triðjaplássið má hann deila við undangongumannin fyri bæði Juventus og Italia, Gaetano Scirea; tó hevur Chiellini sáttmála við Juventus fram til 2023.

 

Hóast hann hvørki hevur vunnið HM ella Champions League, so er hansara heiðurslisti langur. Hann var liðskipari, tá Italia vann EM 2022, hann hevur vunnið Scudetto (italska meistaraheitið) 9 ferðir, Coppa Italia (italsku steypakappingina) 5 ferðir umframt EM gull við Italia sum U19 leikari í 2003. Hann hevur luttikið í 8 endaspølum fyri Italia, verið 5 ferðir á ársins liðið Serie A og kosin til besta verjuleikara í Serie A 3 ferðir. Harafturat var um reppið, at hann slapp við í HM hópin 2006, tá Italia vann og hann eigur 2 silvurheiðursmerki frá Champions League.

 

Tá EM vinnararnir, Italia, og vinnararnir av Copa América, Argentina, møtast í stórfinaludystinum á Wembley 1. juni 2022 kann Giorgio Chiellini kortini fáa allarseinastu løtuna á italska landsliðnum.