Verjugrót til verju fyri Bakkafrost

- Arbeiðið byrjar alt fyri eitt og verður liðugt, tá komið er nakað inn í næsta árið, siga tey í Runavíkar kommunu.

Nú verður farið undir at leggja verjugrót um útfyllingina undir laksaverksmiðjuni hjá Bakkafrost á Glyvrum. Hetta er ein partur av samlaðu verkætlanini.

 

Tað vita tey í Runavíkar kommunu at siga. Soleiðis, sum viðhefta mynd hjá Runavíkar kommunu vísir, hevur staðið nakað á, tá høgætt og vindalda hava leikað harðast á.

 

Mikudagin skrivaðu Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu og Svend Lamhauge fyri RTS Contractors, undir sáttmála um gerð av arbeiðnum.

 

- Arbeiðið byrjar alt fyri eitt og verður liðugt, tá komið er nakað inn í næsta árið, siga tey í Runavíkar kommunu.