Verjið fingar og sjón við fimm fýrverkráðum

Tað er sera óheppið at byrja nýggja árið við eini vitjan á skaðastovuni. Her eru fimm ráð til tryggja nýtslu av fýrverki.

Tað er nú millum jólanna, at loyvt er at selja og skjóta fýrverk.

Hvørt ár fáa fólk skaðar av brestandi undirhaldinum, sum skal viðfarast við varsemi.

Her eru fimm almenn fýrverkráð fyri at sleppa undan ólukkum:

1.      Nýt altíð trygdarbrillur

2.      Nýt bert góðkent og ongantíð heimagjørt fýrverk ella ólógligt fýrverk

3.      Hald ongantíð tendraðum fýrverki í hondini.

4.      Halt altíð trygdarstøðuna, og lena teg ongantíð inn ývir fýrverkið

5.      Far ongantíð aftur til óbrostið fýrverk.

 

Keldur: Borger.dk, Sikkerhedsstyrelsen.