Eftir fyrsta finaludystin í Sunset kappingini, har VB tók ímóti Stjørnuni, fingu vit orðið á Rannvá Johannesen. Hon var sum vera man ovurfegin um sigurin.
- Vit løgdu stóran dent á verjuna í dystinum í dag, og vit fingu hana eisini at koyra, sum hon skuldi.
- Áðrenn dystin avtalaðu vit at royna at halda teimum niðanfyri 20 mál, og hetta eydnaðist okkum eisini. So eg haldi, at verjan vann okkum dystin í dag.
Hart í Klaksvík
Nú hevur VB fingið eitt avbera gott útgangsstøði undan seinna dystinum, sum verður í Klaksvík leygardagin. Rannvá heldur eisini, at uppskriftin er tann sama til tann dystin.
- Vit skulu gera tað sama, sum vit gjørdu í dag, men eingin ivi er um, at tað verður ringt í Klaksvík. Stjørnan er eitt ótrúliga sterkt lið á heimavølli, men vit mugu bara fara norður at kempa.
- Eingin ivi er um, at vit ætla til Klaksvíkar at spæla okkara møguleika. Vit føla slett einki trýst. Eg haldi hinvegin, at trýstið liggur á teimum, tí tær hava verið nógv best í alt ár, sigur Rannvá at enda.