Verja laksin í Eystursjónum

Røddir eru frammi í Svøríki um at steðga allari laksaveiði í Eystursjónum í fimm ár. Við hesum vóna sviar, at laksastovnurin í áunum fer at mennast aftur.
90% av øllum laksi í Svøríki finst nevniliga í áunum í Nordland.
Londini við Eystursjógvin hava eisini gjørt av, at øll garnaveiða eftir laksi skal halda uppat í 2008.
Skip, sum hava livað av hesi veiði, kunnu søkja um upphøggingarstuðul, tá ið eingin garnaveiða verður meira.