Jógvan Arge váttar fyri in.fo, at hann verður sitandi sum varaborgarstjóri, hóast Tjóðveldi hevur tikið seg úr breiða samstarvinum í Tórshavnar kommunu. Marin Katrina Frýdal bleiv í gjár koyrd úr samstarvinum, og Tjóðveldi valdi hareftir at taka seg úr samstarvinum.
Jógvan Arge hevur ikki hoyrt nakað um, at nevndirnar skulu veljast av nýggjum, og sigur, at hóast so skuldi verið, so eigur Tjóðveldi at fáa ein nevndarlim í minst fimm av nevndunum. Tjóðveldi hevur lim í øllum teimum seks býráðsnevndunum í dag.
Les eisini Tjóðveldi kann missa nevndarsessir
Jógvan Arge nevnir í tíðindaskrivi, at í Tjóðveldi eru tey serliga hørm um lagnuna hjá Musikkskúlanum, og heldur eisini, at hendan breiða samgongan hevur “darva opinleikanum og orðaskiftinum í almenna rúminum”.
Les eisini Marin Katrina koyrd úr samgonguni í Havn
Les eisini Ósemja: Tjóðveldi rýmir úr samgonguni
Tjóðveldi ynskir at nýta sína støðu í andstøðu at fremja hendan opinleikan og styrkja almenna orðaskifti.