Higartil eru veðurvánirnar góðar fyri vikuskiftinum, sum inniheldur bæði Sundalagsstevnu, mentanarnátt og landsdyst á Tórsvølli.
Seinnapartin í dag verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi og ælaveður. Hitin millum níggju og tólv stig.
Hósdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi og ælaveður, men um kvøldið lot av ymsum ættum og yvirhøvur turt. Hitin millum átta og ellivu stig.
Fríggjadagin verður eitt gul til stívt andøvgsul av útnyrðingi, um kvøldið minni vindur. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum átta og ellivu stig.
Leygardagin og sunnudagin verður eitt lot til andøvsgul av útnyrðingi, turt og sólglottar. Hitin millum trý og sjey stig.











