Verandi skattaskipan ofta ein forðan fyri valfrælsi og trivnaði í familjuni

Størsta beinleiðis ávirkanin frá myndugleikunum til borgarar landsins er gjøgnum skattalógina. Tí eru eisini her bestu møguleikarnir at gera broytingar, sum hava positiv árin á trivnaðin millum manna. Broytingar, sum geva borgarunum fleiri valmøguleikar, sigur Bjarni Djurholm m.a. í viðmerkingunum til fyrispurning sín viðvíkjandi samskatting av hjúnum

Ólavur í Beiti


Bjarni Djurholm vil hava at vita frá fíggjarmálaráðharranum, Karsteni Hansen, nær landsstýrismaðurin ætlar at leggja lógaruppskot fyri tingið, sum skattliga javnstillar hjún soleiðis, at hjún við einari inntøku fáa dupultan botnfrádrátt ájavnt við hjún, har bæði hava inntøku? Ætlar landsstýrismaðurin at laga skattalógina soleiðis, at hjún verða skattað við helvtarbýti av báðum skattskyldugu inntøkunum sum grundarlagi? Og at enda verður spurt, um landsstýrismaðurin ætlar undir komandi lønarsamráðingum at virka fyri, at partíðarstørv verða vanlig á almenna arbeiðsmarknaðinum?

Í viðmerkingunum sigur Bjarni Djurholm, at undanfarna landsstýrið broytti skattaskipanina til bruttolíknandi skattaskipan, og hevur henda samgongan sett sær sum mál at halda fram við hesum slóðbrótandi arbeiði. M.a. er semja um at hækka skattafríu grundupphæddina og at lækka skattatrýstið.

? Eisini er samgongan samd um at virkað verður fyri, at partíðarstarv verður vanligari á arbeiðsmarknaðinum. Her er talan um ein sáttmálaspurning, har landsstýrið kann ávirka undir lønarsamráðingunum.


Teknisk frambrot

? Við atliti at stóra tekniska framburðinum á mest sum øllum samfelagsøkjum, er tað sjálvsagt, at arbeiðsumstøðurnar broytast samsvarandi. Hesum eigur politiski myndugleikin at vera varugur við og alsamt laga lóggávuverkið soleiðis, at tað ikki verður ein forðan fyri einum liðiligari arbeiðsmarknaði.

? Størsta beinleiðis ávirkanin frá myndugleikunum til borgarar landsins er gjøgnum skattalógina. Tí eru eisini her bestu møguleikarnir at gera broytingar, sum hava positiv árin á trivnaðin millum manna. Broytingar, sum geva borgarunum fleiri valmøguleikar.

? Fyri at víðka um valmøguleikarnar eigur landsstýrið m.a. at broyta skattalógina soleiðis, at skatting av hjúnum verður við helvtarbýti av báðum skattskyldugu inntøkunum sum grundarlagi, t.v.s. samskatting av hjúnum. Ein slík broyting hevði javnstillað konu og mann mótvegis skattamyndugleikunum, samstundis sum broytingin hevði givið familjuni størri valfrælsi á arbeiðsmarknaðinum.


Inntøkugrundarlagið breiðkar

Og víðari sigur fólkaflokstingmaðurin, at í fyrstu syftu hevði tillagingin givið landskassanum færri beinleiðis inntøkur, men sum frálíður vil ein slík broyting óivað breiðka inntøkugrundarlagið og harvið eisini skattagrundarlag landskassans.

? Við øktum valfrælsi verða fíggjarligu viðurskiftini hjá familjunum rúmsáttari. Familjan fær fleiri valmøguleikar ? í spurninginum um barnaansing, um luttøku á arbeiðsmarknaðinum og annars í øllum teimum mongu spurningunum í gerandisdegnum, har verandi skattaskipan ofta er ein forðan fyri størri valfrælsi og harvið trivnaði í familjuni, verður sagt í viðmerkingunum til fyrispurning viðvíkjandi samskatting av hjúnum