Í hesi tíð við kávalæti og innantómari talu, hvar hildið verður rættast at tosa uttanum, heldur enn at siga nakað bart út, hevur rópið frá dóttir Agamemmnon ikki mist sín týdning.
Er tað ikki júst hetta, ið er uppgávan hjá leiklistini: At ákæra, døma, provokera, órógva?
Rákið, ið vit alla tíðina leita eftir ? tað universella, tað til eina hvørja tíð algilduga, globaliseringin, ið hóttir við at skerja heimin, so hann at enda verður ein lítil bygd, har alt líkist ? lættir sanniliga ikki um uppgávuna hjá leiklistini í okkara samfelag, undirgivið og kúgað av tveimum-trimum veldugum mentunarskrímslum, ið vilja leggja alt undir seg við sínum einaráðandi veldi.
Verður ómettandi strembað eftir, at alt skal líkjast, líkist alt at enda ongum.
Nei, frískleikin í byrjanini av okkara triðja ártúsundi, verður heldur at finna í teimum lágmæltu røddunum, ið nú allastaðni hevja seg móti órættinum, røddir við sama undirstøði sum sjónleikurin: At lyfta upp menniskjans innaru lyndiseyðkenni og mynda tey soleiðis, at tey verða ein felagskensla í øllum heiminum. Hesar lágmæltu røddir hoyrast úr Skotlandi, Írlandi, Suðurafrika, Quebec, Noregi og Ný Zeelandi. Allastaðni hoyrast mótmælini. Viðhvørt hava røddirnar ein málburð, ið als ikki at alheimligur, gamaní, men tónalagið er í hvussu er ekta! Og tær tala til hvønn og ein, tí at tær longu frá byrjan av venda sær til ein ávísan lurtara, ein ávísan áskoðara, ið ávirkar av at kenna sína egnu sinnisrørslu og líðing aftur, ein áskoðara, ið kann gráta um seg sjálvan og flenna at sær sjálvum. Og á tann hátt kennir allur heimurin seg eisini aftur: myndin líkist frá byrjan.
Fyri tað alment galdandi í einum leiki, er ikki so umráðandi, hvar leikurin er skrivaður, men týdning hevur tað menniskjansliga bráið, tað, hann hevur at siga, tað vakra í bygnaðinum av leikinum. Rithøvundarnir verða ikki meira alheimligir, um teir teira í París ella New York heldur enn Chicoutimi ella Port-au-Prince.
Alheimligur verður tú, tá tú sigur frá tí, tú sjálvur kennir, fyri einum áskoðara, ið er til reiðar at rannsaka og at síggja seg sjálvan upp á gott og ónt, og tá tað við gandamegini í sjónleikinum ? ja, og við sannari trúgv í tínum orðum ? eydnast tær at syngja um og lýsa mannasálina, granska hennara loynidómar og geva henni alt sítt ríkidømi aftur.
Tjechov er ikki alheimligur, bara tí hann er russi, men tí at hann meistarliga lýsir tað russisku sálina, sum øll heimsins menniskju kenna aftur í sær sjálvum. Hetta er galdandi fyri øll flogvit, eisini teir dramatikarar, ið vanliga verða skýrdir sum »góðir«. Hvør einasta replikk, ið verður skrivað av einum rithøvunda onkrastaðni í verðini er alheimslig, um hon rúmar tað grundleggjandi skríggið frá Elektru: »Hvussu skal eg byrja mína ákæru? Hvussu skal eg enda hana? Hvat skal eg siga miðskeiðis í henni?«
Michael Tremblay
St-Adolphe d?Howard,
tann 24. juli 1999