Ikki síðan 2007 hevur tað verið so dýrt at keypt eini hús í høvuðsstaðnum, sum tað er í løtuni, og einki bendir á, at vøksturin í prísinum steðgar. Tað vísir m.a. Búskaparráðið á í seinastu búskaparfrágreiðingini hjá ráðnum.
- Prísirnir á húsum í Tórshavn hava verið vaksandi síðan 2012, og eru nú á næstan sama støði sum í 2007. Munurin millum húsaprísir í Tórshavn og aðrastaðni í Føroyum vaks sera nógv í 2006, og hevur munurin uppá eina góða millión krónur hildið sær síðan tá, skrivar ráðið í frágreiðingini og staðfesta eisini, at vøksturin ikki tykist at steðga.
- Prísvøksturin er grundaður á lægri rentu og størri eftirspurningi, serliga eftir íbúðum í Tórshavnar økinum. Vandi er fyri at ein fokusering uppá stutta siktið við einum konjunktur-viðgangandi almennum íløgupolitikki kann leiða til hækkandi prísir á fastognarmarknaðinum í høvuðsstaðarøkinum komandi árini, skrivar ráðið.
Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum sigur við in.fo, at nógva virksemið í høvuðsstaðarøkinum er orsøkin til hækkingina í húsaprísunum.
- Tað sum vit hava víst á í seinastu búskaparfrágreiðingini er, at tað er nógv gongd á í búskapinum. Hyggur man eftir, so er nærum alt tað økta virksemið í miðstaðarøkinum, tað vil siga Havnin og økið runt høvuðsstaðin. Tað hevur ført við sær eina stóra tilflyting, ið ger at trýstið á bústaðarmarknaðinum økist og prísirnir hækka, sigur Sverri Hansen.
Tað eru nakrir mánaðir síðan, at Búskaparráðið lat sína síðstu frágreiðing frá hondum, og formaðurin metir ikki, at støðan er broytt.
- Um hugt verður eftir prísunum á húsamarknaðinum, so tykist ikki, at teir eru falnir síðan vit skrivaðu seinastu frágreiðingina, sigur Sverri Hansen.
Hóast høgu prísirnir, so metir formaðurin í Búskaparráðnum ikki, at útlit eru fyri, at fólk kunnu enda í trupulleikum, um prísirnir aftur lækka. Í staðin ávarar hann um, at um gongdin heldur fram, so verður torført hjá teimum við lágum inntøkum at seta búgv í høvuðsstaðnum.
- Eg ivist onga løtu í, at tann kredittmetingin, ið verður gjørd av keyparum er í lagi. Tað er ikki har vandin er, bankarnir skulu nokk hava gjørt sítt arbeiði, sigur Sverri Hansen og heldur fram.
- Men tá prísirnir hækka, so er spurningurin hvar markið er fyri nær fólk við vanligum inntøkum kunna fylgja við og útvega sær ein bústað. Um man hugsar um ein námsfrøðing, lærara ella sjúkrarøktarfrøðing. Hvat megna tær lønirnar? Tað hava vit ikki viðgjørt í frágreiðingini, men tað er avleiðingin av gongdini.
Formaðurin í Búskaparráðnum vísir á, at um tað verður gongdin, so mugu politikarar taka støðu til málið.
- Dýrari kvadratmeturprísurin er í Havnini, jú verri verður tað hjá teimum, ið ikki hava tær góðu inntøkurnar at útvega sær eitt stað at búgva í. Tað verða ikki øll, ið fáa ráð at keypa bústaðir í Havnini. Tá verður tað ein politiskur spurningur, um hvussu man kann skipa fyri soleiðis, at fólk við lægri inntøkum kunnu útvega sær ein bústað í høvuðsstaðnum, sigur Sverri Hansen.