Vit hava onki ímóti, at Suðuroyggin verður verandi sjey kommunur.
Men skal tað vera, kunnu vit av neyð góðtaka, at leggja hana saman í tvær kommunur.
Men at leggja hana saman í eina kommunu, verður undir ongum umstøðum góðtikið.
Jógvan Krosslá, Býráðsformaður í Vági hevur sagt tað fyrr.
Og álitið hjá nevndini, sum hevur arbeitt við framtíðar kommunubygnaðinum í Føroyum hevur ikki fingið hann at broyta meining.
Tí hann er enn líka sannførdur um, at tað kann ikki koma uppá tal at leggja Suðuroynna saman í eina kommunu.
Tað fer at enda í reinum ruðuleika, sigur hann.
Býráðsformaðurin í Vági leggur afturat, at býráðið er púra samt í hesum málinum.
Sporini ræða
Jógvan Krosslá sigur, at tað eru ikki minst sporini sum ræða, tí hann veit, hvussu tað var, tá ið syðra helvt í Suðuroynni enn bara var ein kommuna fyrr í tíðini
Tá vóru fimm kommunustýrislimir. Men vágbingar vóru altíð í minniluta, tí teir fingu ongantíð meiri enn tveir av teimum fimm bygdaráðslimunum. Hinir tríggir vóru út øðrum bygdum.
Avleiðingin av teirri skipanini var, at tað bleiv onki gjørt í Vági. Hóast Vágsfjørður var fullur av skipum, vórðu ongar íløgur gjørdar í Vági, tí teir tríggir bygdaráðslimirnir úr hinum bygdunum tóku seg at kalla hvørja ferð saman og stemmaðu teir báðar bygdaráðslimirnar úr Vági niður.
Jógvan Krosslá sigur, at av tí sama var Vágsbygd fullkomiliga løgd lamin og tað var ein stór orsøk til, at kommunan fór sundur.
Men tað, sum hendi, táið kommunan fór sundur, var, at heilt nógv fólk úr hinum bygdunum flutti til Vágs, har vinnulívið var.
Forða fyri framburði hjá hvør øðrum
Jógvan Krosslá ivast ikki í, at verður Suðuroyggin løgd saman í eina kommunu, fer søgan at endurtaka seg.
Hvørgin av teimum stóru bygdunum, Vági ella Tvøroyri, fara at fáa meiriluta í tí nýggja kommunustýrinum fyri alla oynna.
Avleiðingin av tí verður, at vágbingar fara altíð at leggja ráð saman við kommunustýrislimirnar úr teimum smáu bygdunum um fyri at forða fyri íløgum á Tvøroyri, sama, hvussu skilagóð íløgan annars er.
Hinvegin fara tvøramenn eisini altíð at fáa bygdaráðslimir úr smábygdunum í parti við sær fyri at forða fyri útbyggingum í Vági.
Sostatt fer tað at enda í reinum ruðurleika, og øll oyggin verður løgd fullkomiliga lamin.
Men verður vegurin gjørdur ímillum Øravík og Hov eru kanska ikki meiri enn 20 minuttir at koyra ímillum Vág og Tvøroyri?
Tað veit eg. Tá verður stutt ímillum Vág og Tvøroyri, men tað er ikki tað, sum hevur týdning í hesum savbandinum.
Tað, sum hevur týdning er, at tey stóru plássini fara at forða fyri, framburði hjá hvørjum øðrum.
Jógvan Krosslá sigur hinvegin, at verður Suðuroyggin tvær kommunur, fáa tær báðar stóru bygdirnar altíð meirilutan í hvør sínari kommunu.
Verður tað nakað øðrvísi. Fara so tær stóru kommurnar ikki at forða fyri íløgum í teimum smærru bygdunum?
Ja tað er so hitt alternativið. Men verður stúrt fyri framburðinum í teimum smáu bygdunum, er bara at lata vera við at leggja saman.
Tað eru ikki vit, sum eru komin við uppskotinum um at leggja kommunur saman. Ongantíð betur um ongin samanlegging verður. Í ringasta føri kann Suðuroyggin leggja saman í tvær kommunur.
Men tað verður undir ongum umstøðum verður góðtikið, at Suðuroyggin bara verður ein kommuna.
Tað heldur býráðsformaðurin í Vági ikki, at tíðin er búgvin til enn.
Lat so heldur Suðuroynna verða tvær kommunur eina tíð so at fólk so líðandi kann venja seg við størri og størri samstarv útum vanligt kommunumark.
So kundi tað kanska blivið talan um at lagt Suðuroynna saman í eina kommunu um eini 10-15 ár.
Í løtuni eru tað ov nógvir, sterkir træðrir, sum draga í hvør sína ætt.
Men kundi fólkið sloppið vant seg til at arbeitt saman, hevði ein samanlegging kanska fallið heilt nátúrligt um nøkur ár.
At leggja saman nú, førir bara til ruðuleika og tað er ongin orsøk til at skapa óneyðugar ruðuleikar.
Størri umsiting
Tekur tú ikki undir við, at kommurnar verða so mikið stórar, at tær eru førar fyri at átaka sær fleiri málsøki at umsita t.d. í sambandi við skúlaverki, heilsuverkið almannaverkið o.s.fr?
Jú, men eisini í tí sambandinum verður tað bara ein fyrimunur um Suðuroyggin verður tvær kommunur heldur enn ein.
Skulu vit tosa um at fáa fólk at støðast á útoyggjunum aftur, eru vit betri fyri um Suðuroyggin verður tvær kommunur.
Tí so fáa vit tvær umsitingar í oynni, heldur enn eina. Og tvær umsitingar merkir tvær ferðir so nógv hægri størv í oynni enn tað, hevði verðið, um oyggin bara verður ein kommuna.
Fer tað ikki bara at gera tað almennu umsitingina nógv dýrari enn neyðugt?
Soleiðis kunnu suðuroyingar ikki hugsa. Sjálvandi er tað bíligari at umsita eina kommunu enn tað er at umsita tvær. Skulu vit bara hugsa um at hava tað so bíligt sum gjørligt, er bara at flyta alt fólkið til Havnar, tí tað er so nógv tað bíligasta.
Tað er eisini nógv bíligari at lata Smyril sigla einaferð um vikuna, heldur enn einaferð um dagin.
Hví skulu vit hugsa um, at Suðuroyggin skal vera so bílig at umsita sum gjørligt, tí umsiting er ein landsuppgáva. Okkara uppgáva er at hugsa um trivnaðin í oynni.
Fáa vit hinvegin fleiri málsøki at umsita kring landið, gevur tað møguleikar hjá fólki við útbúgving at búseta seg úti á smáplássum, sum annars ongar møguleikar hava, uttan í Havnini.
Men so fáa vit at síggja, um tað fer at minka um almennu umsitingina í Havn.
Og tað haldi eg er meiri ivingarsamt, sigur býráðsformaðurin í Vági.