Kommunusamanlegging
-Leirvík og Gøta skulu verða ein kommuna.
Tað halda í hvussu so er bygdaráðini í báðum kommununum er tað einasta rætta.
Men eitt er, hvat bygdaráðini halda. Eitt heilt annað er, hvat borgarin heldur.
Men tað sleppur borgarin at siga sína hugsan um, tí leygardagin 9. september verður fólkaatkvøða í Leirvík og Gøtu um at leggja báðar kommunurnar saman.
Á bygdaráðsfundi í Gøtu og í Leirvík í gjárkvøldið, tóku bæði bygdaráðini einmælt undir við at halda fólkaatkvøðuna um samanlegging.
Seinni í summar skal so eitt kunningarskriv og ein samanleggingarsáttmála sendast í hvørt hús í Leirvík og í Gøtu og seinni í august skulu so almennir, kunnandi fundir verða um fyrimunir og vansar við eini samanlegging.
Ein kommuna frá 2009
Tekur fólkið undir við kommunusamanleggingini, liggur tað í kortunum, at báðar kommunurnar skulu verða ein frá 1. januar 2009 at rokna, tá ið eitt nýtt bygdaráð skal taka við.
Tað er eisini semja um, at høvuðsætið og umsitingin hjá teirri nýggju kommununi skal verða í Norðragøtu, sum verður mitt í teirri samanløgdu kommununi og hagar hevur tað onki upp á seg at koyra, hvørki úr Leirvík ella úr Syðrugøtu.
Í Leirvík búgva 870 fólk og í Gøtu búgva 1070 fólk, so tað verða 1940 fólk í teirri samanløgdu kommununi.
Leirvík og Gøta hava nógv samstarv sum er, men nú er so ætlanin at staðfesta hetta samstarv við eini samanlegging.
Hóast vit samstarva um nógv viðurskifti, hava vit alla tíðina tvær umsitingar og tvey bygdaráð, sum øll mál skulu ígjøgnum og tað ger tað torførari og óliðiligari at taka avgerðir. Tí halda, vit, at skulu vit fáa fulla nyttu burturúr samstarvinum, eiga vit at leggja saman fyri at fáa eina smidligari arbeiðsgongd og fyri at gera tað smidligari og skjótari at taka avgerðir.
Leirvík og Gøta eru ein samanhangandi eind. Leirvík hevur bara kommunumark við Gøtu og tí halda vit, at tað er natúrligt, at vit samstarva tann vegin. Men Gøta hevur mark við Runavík og Fuglafjørð.
- Eg vænti ikki at tað fer at vera bíligari at leggja báðar kommunurnar saman. Men eg ivist ikki í, at tað verður nógv betri.
Frígerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík er ein av teimum, sum halda, at tað er rætt at leggja saman.
- Longu nú eru so nógvar uppgávur lagdar undir kommunurnar at umsita, at tað er torført hjá eini lítlari kommunu.
- Skulu kommunurnar umsita tey málsøki, sum eru løgd undir kommunurnar, krevst, at umsitingin verður ment vaksin og tað kunnu kommunurnar so gera, antin í samstarvi við aðrar kommunur, ella við at leggja saman.
- Men vit eru kortini sannførd um, at tað er verri hjá eini lítlari kommunu at fáa væl skikkað fólk í umsitingina at umsita tey ymsu málsøkini, enn tað er hjá eini stórari kommunu.
- Tì heldur Fríðgerð Heinesen, at tað er ein trygd hjá borgarunum, at teir búgva í eini kommunu, sum er so mikið stór, at hon fær veitt teimum eina góða tænastu.
Samansjóða útbyggingar
Páll Isholm, borgarstjóri í Gøtu, er samdur í, at tað vildi verið ein stórur fyrimunur fyri báðar bygdirnar at lagt saman.
Umframt tað, sum starvsfelagin í Leirvík nevnir, heldur hann, at ein ein stórur fyrimunur við samanlegging, er, at tað er at gera tað tættari at samskipa og raðfesta útbyggingarnar í báðum bygdunum.
- Báðar kommunurnar hava hampiliga góðar útbyggingarmøguleikar og vit halda at leggja vit saman, fáa vit útnytta møguleikarnar betri.
Óvíst hvat framtíðin býður
Kortini leggja bæði borgarstjórin í Leirvík og í Gøtu dent á, at við hesum er ikki sagt, at tað ikki kann farast víðari einaferð í framtíðini.
Teir leggja kortini báðir dent á, at hvat kemur at henda á tí økinum, er nakað, sum framtíðin fer at vísa og at als ongin støða er tikin um nakað enn.
- Leggja Gøta og Leirvík saman, verða tær saman, um so eitt framtíðar kommunalt samstarv einaferð seinni verður víðkað til Fuglafjarðar ella til Runavíkar, kemur so framtíðin at vísa.
Hon staðfestir sostatt eisini, at endamálið við at fremja hesa samanleggingina er ikki fyri at útihýsa allar aðrar møguleikar.
- Men vit halda, at hetta er í hvussu so er ein góð og natúrlig byrjan og so mugu vit fáa at síggja, hvat framtíðin hevur at bjóða, sigur Fríðgerð Heinesen.
- Skulu vit víðari, er tað nærliggjandi, at tað verður saman við Runavík ella Fuglafirði, ella báðum, men tað er tíðin ikki búgvin at taka støðu til nú, sigur Páll Isholm.
Hon sigur, at nógv hevur verið tosað um kommunusamanlegging, men tað er ongantíð blivið til meiri, Nú hava bygdaráðini bæði so sett sær fyri at gera álvara av og at spyrja sóknarfólkið og ætlanin er eisini at virða úrslitið av fólkaatkvøðuni.
- Verður meiriluti fyri at leggja saman, gera vit tað. Er meiriluti ikki fyri, hava vit í øllum førum fingið greiði á tí og so tosa vit ikki meiri um tað, leggur hon afturat.
Men sjálv hevur hon varhugan av, at fólk sum heild taka undir við samanlegging og halda, at tað hevði verið ein fyrimunur fyri báðar bygdirnar.










