Verður øll útlendska arbeiðsmegin í Føroyum skorin yvir ein kamb?

   

Ivan Eginsson Moskalenko
Altjóða ítróttarskrivari
?????????????????????

Sambært landsstýrismanninum í innlendismálum, verða umleið 700 umsóknir um uppihalds- og arbeiðsloyvi avgreiddar í Føroyum um árið og eigur hetta talið at minkast munandi, nú verri tíðir standa fyri durum. Tað ber neyvan til at vera ósamdur við Jógvan við Keldu um tað, at yvirflóð av útlendskari arbeiðsmegi kann í summum førum elva til tess, at vanligir føroyingar ikki sleppa framat at vinna til sítt dagliga breið.
Spurningur er so, hvørjar útlendingar og hvørji øki talan er um. Nú hevur nógv verið tosað um fremmand ítróttarfólk og møguleikar teirra at vera verandi í landinum. Ein eigur ikki at gloyma, at útlendsk ítróttarfólk yvirhøvur eru í Føroyum av teirri einastu orsøk, at tey eru betri enn tey innføddu ítróttarfólkini, ið eitt ella annað felag annars hevði kunnað stillað við. Føroyingar hava - eftir øllum at døma - nakað at læra av útlendsku liðfeløgum sínum. Høvdu útlendingar ikki verið í Føroyum til tað sama, vóru teir heilt einfalt ikki bodnir hendan vegin.
Tað er áhugavert at staðfesta og samstundis lætt at skilja, hví landsstýrismenn Fólkafloksins, Jógvan við Keldu og Jógvan á Lakjuni, eru ósamdir hvør við annan um hetta málið. Tann seinni er jú ein gamal ítróttarmaður sjálvur og pápi at virknum ítróttarfólkum. Honum dámar væl ítrótt, ið hann fylgir væl við - ikki bert tí, at hetta er blivið málsøki hansara í Landsstýrinum. Tann fyrri gongur ivaleyst hægri uppí nøkur onnur ting, latið okkum nevna tónleik. At fólk hava ymisk privat ítriv og áhugamál, er sjálvandi einki galið í. Men skal hetta ávirka politiskar avgerðir? Tað kann væl vera, at landsstýrismaðurin í innlendismálum heldur tónleik vera týdningarmiklari fyri føroyska samfelagið enn ítrótt. Men eigur tað at merkja, at t.d. tónleikalærarar skulu metast hægri í samfelagnum enn fótbóltsvenjarar? At ítróttarfeløg - í mun til tónleikaraskúlar - ikki megna at gjalda starvsfólkum sínum fulla løn, er ein annar trupulleiki. Hann kemst av tí, at fyritreytir fyri fulltíðaryrkisítrótti í Føroyum ikki eru góðar - her verður hugsað fyrst og fremst um lítla fólkagrundarlagið í landinum. Men tað eigur ikki at merkja, at møguleikar fyri einum nøkurlunda høgum altjóða støði ikki eru til staðar í føroyskum ítrótti. Og tey, ið fylgja við fótbólti, serliga í teimum smærri bygdum, kunnu øll vátta, at leikarar og venjarar uttanífrá hava verið til at hækka støðið - ikki bara í feløgunum sjálvum, men eisini hjá teimum føroysku leikarunum, teir dagliga venja og leika saman við.
Sjálvandi koma teir útlendsku serlæknarnir, tónleikalærararnir ella ítróttaríðkararnir við størri íkasti í føroyska samfelagið enn teir "økonomisku emigrantarnir", ið fluttir eru hendan vegin í betri búskapartíðum - fyri tað mesta av vantandi føroyskari arbeiðsmegi á teimum arbeiðsplássum, har ongir serkunnleikar ella serførleikar krevjast, og sjálvt ikki kunnleiki til tað føroyska ella tað enska málið. Tí mugu uppihalds- og arbeiðsloyvini hjá júst hesum útlendingunum viðgerast av nýggjum og helst minkast, tá ið fleiri føroyingar aftur eru tøkir á arbeiðsmarknaðinum, og arbeiðsloysið veksur í landinum. Um vit nýta eina eitt sindur kyniska terminologi at lýsa hetta møguliga átakið hjá landsstýrismanninum í innlendismálum, er Jógvan við Keldu byrjaður at "rudda" í Føroyum frá tí skeiva endanum. Latið útlendsk ítróttarfólk fáa frið, tað er brúk fyri teimum í Føroyum - ja, eisini í teimum versnaðu búskapartíðum.