Starvið sum stjóri í mentunarhúsinum SALT verður lýst leyst av nýggjum. Tað upplýsir Kristian Holbæk, næstformaður í SALT-grunninum fyri Kringvarpinum.
Einans ein umsøkjari var til stjórastarvið, og var tað Ólavur Rasmussen, formaður í grunninum, men í gjár hevði næstformaðurin onga ætlanir at søkja av nýggjum.
Tann støðan er broytt aftaná, at Fíggjarmálaráðið hevur funnist at viðurskiftum í samband við starvslýsingina og lønarviðurskiftunum hjá stjóranum.
Við Kringvarpið segði Kristian Holbæk, at hóast hann metti, at einki galið var í málinum í gjár, so metir hann nú, at málið ikki er nóg væl handfarið, og tí verður starvið lýst leyst av nýggjum.