Sum partur av FIFA-krøvunum, sum verða sett ymsu fótbóltssambondunum kring heimin, liggur tað eisini í kortunum, at Føroyar skulu hava eina discipliner-nevnd.
Í hesum døgum er Ísak Mikladal, aðalskrivari, saman við Jógvan Elias Winther Poulsen, løgfrøðingi, á altjóða fótbóltsfundi. Og eitt av krøvunum, sum helst koma fyri her verður, at øll limalondini skulu hava serstakar discipliner-reglur. Og at hesar skulu vera FIFA í hendi í seinasta lagi 31. mai komandi ár.
Enn er tó ikki greitt, hvørt talan verður um endaligt krav frá FIFA, men sum skilst, so skundar hetta í øllum førum undir, at arbeiðið at tilevna slíkar reglur skal verða liðugt í heyst, soleiðis at komandi aðalfundurin kann geva sína endaligu samtyk.










