Í fjør kostaði tað 100 krónur fyri øll, ið fóru út um bøgarðin í Mykinesi. Men hetta verður broytt nú, soleiðis at føroyingar aftur sleppa at ganga har ókeypis eins og áðrenn kostnaðurin varð settur á. Samstundis verður gjaldið hækkað fyri útlendsk ferðafólk.
Hesum hevur hagastýrisformaðurin í Mykinesi boðað Kringvarpinum frá.
Sambært Kringvarpinum skulu útlendsk ferðafólk nú gjalda 250 krónur í staðin fyri 100 krónur - og føroyingar og børn einki.
Í útvarpstíðindunum klokkan 18 spurdi Kringvarpið Ferðavinnufelagið, hvat tey halda um hesa broytingina. Henny á Líknargøtu, forkvinna í Ferðavinnufelagnum, segði, at hon fegnast um, at átøk verða gjørd fyri at verja hagan. Men forkvinnan harmast um, at úmeldingin er komin so seint, tí hetta er mitt í bestu sølutíð hjá ferðaskrivstovunum.