Verður kanska dýrari at vetrarfriða fyri seyði

Endurgjaldið, bøndur fáa afturfyri at vetrarfriða bygdir fyri seyð, hava staðið í stað í nógv ár

Bøndur, sum eiga seyð, fáa kanska ov lítið endurgjald fyri tað vetrarbitið teir missa, tá ið bygdir og býir verða vetrarfriðað fyri seyði.

 

Tað heldur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri.

 

Hann vil nú hava Høgna Hoydal, landsstýrismann í búnaðarmálum at greiða Løgtinginum frá, hvussu stórt endurgjaldið, bøndur fáa, er, tá ið bygdir og býir verða friðað fyri seyði. Og hann vil eisini hava landsstýrismannin at greiða frá, nær prísirnir seinast eru endurskoðaðir.

 

Og eru prísirnir ikki endurskoðaðir seinastu árini, vil tingmaðurin hava at vita, um ætlanin er at gera nakað við tað.

 

Kári P. Højgaard staðfestir, at tað er alneyðugt fyri rættartrygdina hjá fólki, at lógir og reglur verða hildnar. Hann vísir samstundis á, at eftir kunngerðini um landsjørð, skulu endurgjøldini fyri mist vetrarbit í sambandi við vetrarfriðing, endurskoðast minst triðahvørt ár.

Hinvegin hevur hann hoyrt, at tey eru ikki endurskoðað í áravís.

 

Búnaðarstovan upplýsir fyri okkum, at endurgjaldið fyri mist vetrarbit, er 4,80 fyri fermeturin fyri velt lendi og 70 oyru fyri haga. Tey upplýsa eisini, at seinast prísirnir vórðu endurskoðaðir, var í 2007.

 

Hetta er galdandi fyri landsjørð. Har talan er um ognarjørð, er endurgjaldið ein samráðingarspurningur ímillum kommuna, sum vil vetrarfriða, og ognararnar.