Nýggi H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum fer at kosta heilar 152 milliónir krónur meiri enn hann skuldi.
Tað upplýsti Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fyri Løgtinginum í gjár, tá ið fíggjarlógin fyri næsta ár, var til viðgerar.
H-bygningurin skuldi kosta 446,8 milliónir krónur, men síðani er tað komið fram, at pengar fóru at mangla í.
Í vár kom Landsverk til ta niðurstøðu, at einar 80 milliónir fóru at mangla í fyri at gera hann lidnan, soleiðis sum ætlað.
Men Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at nýggjastu metingarnar vísa, at bygningurin fer at vera 152 milliónir krónur dýrari enn hann skuldi.
Hann segði, at hann nú hevur biðið um eina fullfíggjaða kanning av málinum, og tá ið úrslitið fyriliggur, verður støða tikin til, hvussu farast skal fram.
Annars er ætlanin at játta 21 milliónir krónur afturat til endamálið í ár, soleiðis at byggingin ikki steðgar upp.