Verða søgd úr starvi hvørt einasta ár

Hetta eru treytir, sum ikki eru hóskandi í 2018, heldur fakfelag

Hjálaprfólk arbeiða undir umstøðum, sum eru óhóskandi fyri arbeiðsmarknaðin í 2018. Tað staðfestir Maj-Britt Jacobsen, forkvinna fyri hjálparfólkafelagið.


Hon hevur lisið nú í summar, at at vit hava brúk fyri 400 til 500 fleiri námsfrøðingum í Føroyum og at Og at tað tískil hevði verið tað rætta, at Fróðskaparsetri tók fleiri námsfrøðingar inn.

 

– Tað eru ikki 400 – 500 tøk størv í landinum til námsfrøðingar, staðfestur Maj-Britt Jacobsen. Hon sigur, at tey flestu av hesum størvum eru mannað við hjálparfólkum, og nógv hjálparfólk verða uppsøgd hvørja summarferiu. So mugu vit søkja okkara starv av nýggjun í feriuni, og vóna at man fær okkurt.

 

Forkvinnan sigur, at hetta er tí at tað stendur í sáttmálanum ímillum kommunurnar og Fìggjarmálaráðið øðrumegin, og Pedagogfelagið hinumegin, at um eingin pedagogur søkir starvið, kann hjálparfólk verða sett fyribils, til pedagogur søkir starvið.

 

Men tað stendur eisini, at størv, sum ikki eru sett við pedagogum, skulu lýsast leys minst 6. hvønn mánað, men eru partarnir samdir um tað, kann undantak gerast, so at størvini verða lýst leys við eitt ára millumbili.”

 

– Hetta er grundin til at vit hvørt á síggja hópin av starvslýsingum frá Landi og kommunu, sigur Maj-Britt Jacobsen. Tað er nevniliga eitt krav at hjálparfólk verða søgd úr starvi, og at størvini verða lýst leys.


– Nú er summarfrítíðin av, og skúlar og barnagarar eru byrjaðir aftur. Tey flestu størvum, sum vórðu lýst leys, eru sett, ofta av sama persóni sum misti tað tá summarferian byrjaði. Og soleiðis hava okkara treytir verði í nógv ár, sigur hon.

 

– Kanska er trupuleikin ikki, at vit mangla 400 – 500 námsfrøðingar, men heldur at hjálparfólk arbeiða undir treytun, sum ikki eru hóskandi fyri arbeiðismarknaðan í Føroyum 2018, sigur Maj-Britt Jacobsen, sum eisini sjálv er hjálparfólk.

 

Og hon leggur afturat, at Hjálpárfólkafelagið mótmælir harliga, at setanartreytirnar hjá teimum ikki taka støðið í veruleikanum

 

Trýst HER og les meiri um, hvat forkvinnan í Hjálparfólkafelagnum heldur um støðuna - og um nýggju útbúgvingina, sum ætlanin er at seta í verk í Suðuroy

 

Nú øll hesi nýggju størvini eru sett, síggjar tey í Hjálparfelagnum eisini, at tey, sum fáa størvini, automatiskt. Tað mótmæla tey eisini, tí sjálvandi skal arbeiðisgevarin geva starvsfólki møguleikan at velja, halda tey.