Venus kom á Sørvág seinnapartin í dag, teir hava roynt á Rygginum og hava um 40 tons inni. Venus landar til Landingarmiðstøðina í Sørvági í morgin, teir hava 30 tons av toski, 3 tons av blálongu, 3 tons av svartkalva og 4 tons av ymiskum fiskasløgum, Venus byrjaði túrin 5. desembur.
Árið hevur roynst væl hjá Venus, teir hava fiskað umleið 950 tons, sum eru seld fyri knappar 15 milliónir. Reiðarin Hálvdan Gudmundsen er vælnøgdur, hann heldur, at Venus er millum teir frægastu línubátarnar aftur í ár.
Venus kemur at liggja um jólahalguna, teir fara ikki nýggjan túr fyrrenn eftir nýggjár.









