Nú 11 dagar eru eftir til fólkatingsvalið hevur Vinstri ikki megnað at koma upp um valúrslitið frá seinasta fólkatingsvalið, tá flokkurin hevur stóra afturgongd og fekk 19,5 prosent av atkvøðunum.
Í nýggjastu veljarakanningini frá Voxmeter stendur stjórnarflokkurin til at fáa 17,5 prosent av atkvøðunum – eina afturgongd upp á 2 prosentstig. Harvið heldur afturgongdin fram hjá Lars Løkke Rasmussen og hansara fólkum.
Verður úrslitið, sum kanningarnar sgia, verður talan um ringasta úrslitið hjá Vinstra við at fólkatingsval síðani 1990.
Í kanningini varðveitir andstøðan greiða fyrimunin við 56 prosentum av atkvøðunum.
Úrslitið av kanningini sæst niðanfyri. Tølini í klombrum er úrslitið á seinasta fólkatingsavalið 18. juni í 2015:
* Socialdemokraterne: 26,5 prosent / 49 tingsessir (26,3 prosent)
* De Radikale: 8,5 prosent / 16 tingsessir (4,6 prosent)
* De Konservative: 3,9 prosent / 7 tingsessir (3,4 prosent)
* Nye Borgerlige: 2,0 prosent / 0 tingsessir (stillede ikke op)
* Socialistisk Folkeparti: 8,2 prosent / 15 tingsessir (4,2 prosent)
* Liberal Alliance: 4,2 prosent / 8 tingsessir (7,5 prosent)
* Kristendemokraterne: 1,5 prosent / 0 tingsessir (0,8 prosent)
* Dansk Folkeparti: 11,7 prosent / 21 tingsessir (21,1 prosent)
* Venstre: 17,5 prosent / 32 tingsessir (19,5 prosent)
* Enhedslisten: 9,4 prosent / 17 tingsessir (7,8 prosent)
* Alternativet: 3,4 prosent / 6 tingsessir (4,8 prosent)
* Klaus Riskær Pedersen: 0,6 prosent / 0 tingsessir (stillede ikke op)
* Stram Kurs: 2,1 prosent / 4 tingsessir (stillede ikke op)
* Øvrige: 0,5 prosent / 0 tingsessir
Reyði vongur (Alternativet íroknað): 56,0 prosent / 103 tingsessir.
Blái vongur (Stram Kurs íroknað): 43,5 prosent / 72 tingsessir.
Prosenttølini eru rundað til ein desimal. Tí eru tølini hjá báðum blokkunum tilsamans ikki 100 prosent. Kanningin hjá Voxmeter er grundað á samrøður gjørdar í tíðarskeiðinum 22. til 24. mai við 1006 umboðandi valdar persónar 18 ár og eldri.
Voxmeter ringir hvønn dag til umleið 330 nýggjar veljarar, sum kanningin verður dagførd við. Maksimala statistiska óvissan í kanningini er upp á umleið +/- 2,7 prosentstig.
Kelda: Voxmeter for Ritzau
/ritzau/