- Tað sum riggar er, at vit eru ekstremt displineraðar, og kempa sum svakar. Tað ger, at vit hava uppiborið at verða eitt sindur hepnar i onkrum løtum, so hinar ikki skora. Og so haldi eg, at vit hava kvalitet og vilja til at spæla frameftir og skjóta mál. Og eg haldi tað er uppiborið at vit skjóta tvey mál, og eg haldi vit kundu fingið okkurt mál aftrat. Orðini eigur ein errin landsliðsvenjari, Pætur S. Clementsen, sum saman við John Petersen venur føroyska kvinnulandsliðið.
- Ein sat við kensluni, fara vit at klára hesa mótbrekkuna eisini, og tað gjørdu vit, staðfestir Pætur S. Clementsen.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 aftaná Føroyar høvdu vunnið 2-1 á Turkalandi.