Venjarin hjá Páli gevst í desember

Shannon Rollason flytir heim til Avstralia aftaná HM í Doha, tí familjan ikki treivst í Danmark.

 

Danska svimjisambandið kunngjørdi í dag at Shannon Rollason hevur sagt upp sítt starv sum høvuðsvenjari á úrvalsdeplinum í Bellahøj, at fara aftur til Avstralia aftaná HM á stuttgeil í Doha í desember.

 

Orsøkin er eftir øllum at døma, at familjan hjá honum ikki hevur trivist í Danmark. Stjórin í danska svimjisambandinum Pia Holmen sigur um avgerðina:

 

-  Vi må bare indrømme, at Shannons opsigelse bestemt ikke var en del af planen op mod Rio 2016. Samtidig må vi respektere, at private hensyn kan få betydning for det professionelle virke, og det har desværre været tilfældet her. Vi er nu gået i gang med at finde løsninger, så vi også fremover har et optimalt set-up omkring svømmerne på det nationale træningscenter NTC.

 

Hetta verður triðju ferð síðani OL í 2012, at Pál skal skifta venjara. Fyrst flutti hann til Danmark at venja hjá hollendska Paulus Wildeboer á NTC í Bellahøj, og tá ið hesin segði upp at fara í januar 2013, kom Rollason til.