Venjarin hjá Viljormi fingið leikbann

Føroyskir spælarar dystast í kvøld á danskari sjónvarpsrás

Í kvøld spæla AC Horsens og Vejle í bestu donsku fótbóltsdeildini. Tað serliga við dystinum er, at føroyskir spælarar eru á báðum liðum. Sonni Ragnar Nattestad og Hallur Hansson spæla við AC Horsens, og Viljormur Davidsen spælir við Vejle.

Dysturin millum AC Horsens og Vejle verður vístur TV3 Sport kl 18.00 í kvøld.

Fyrr í dag fekk italski venjarin hjá Vejle, Adolfo Sormani, leikbann frá danska fótbóltssambandinum. Orsøkin er, at hann brúkti óhøviskan málburð ímóti hjálpardómara í seinasta dystinum hjá Vejle. Venjarin er leikbannaður í ein dyst og kann tí ikki leiða Vejle frá síðulinjuni í kvøld.