Real Madrid hevur í kvøld kunngjørt, at Julen Lopetegui er koyrdur sum venjari. Hann bleiv settur í summar í rokaligum umstøðum, sum kostaðu honum spanska landsliðsstarvið bara dagar undan HM 2018 endaspælinum.
Les eisini: Hesin er favorittur í Real Madrid
Tað hevur gingið illa í hond í hjáJulen Lopetegui, síðani hann tók við hjá Real Madrid í summar. Millum annað megnaði liðið ikki at skjóta mál í fýra dystum upp í slag. Í gjár tapti Real Madrid 5-1 móti FC Barcelona og liggur á níggjunda plássi. Tað hevur nú kostað Julen Lopetegui starvið.
Fyribilsvenjari er Santiago Solari, sum er fyrrverandi spælari í felagnum.