Venjarin hjá Heina á TV2

Hetta verður í sendingini, LPS ella LigePåSport, sum er at síggja hvørt hóskvøldi klokkan 21.45.

Her fer Christian Dalmose at siga sína hugsan um ymisk viðurskifti í donskum hondbólti.

 

Sum eitt kuriosum kann her nevnast, at Christian Dalmose, sum altso er venjari hjá Heina Hanusarsyni, er sonur ein annan navnframan venjara, nevnliga Finn Dalmose, sála, sum í síni tíð var venjari hjá Hanusi Joensen, ið er pápi at Heina.