Komandi sunnudag klokkan 15 hevur Fótbóltsvenjarafelag Føroya eitt tiltak í gamla FSF-húsinum á Tórsvølli, har eisini er á skrá, at ársins venjari hjá monnum, ársins venjari hjá kvinnum, ársins ungdómsvenjari og ársins eldsál skal heiðrast.
Millum tað, sum fer fram er, at NSÍ-venjarin, Anders Gerber fer at tosa talentmenning.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Frankie Jensen frá VFF, sum greiðir frá tiltakinum, sum verður sunnudagin.










