Tey, sum hava hugsað um at fara til Venezia at ferðast, eiga at hugsa seg um eina ferð afturat, tí fyri fyrstu ferð í mong ár vil ferðavinnan í tí kenda frítíðarbýnum ikki hava fremmand ferðafólk.
Orsøkin er, at Venezia stendur undir í vatni, og at vandi er fyri teirri ringastu vatnflóðini í meiri enn 20 ár. Tí hevur stjórin fyri ferðavinnuni í býnum nú mælt fremmandafólki frá at koma á vitjan, sigur BBC.
Tað er ein samanrenning av óhepnum umstøðum, sum hava lagt Venezia undir í vatni. Í fyrralagið hevur tað regnað illa, og í øðrum lagi hevur vindurin ligið inn á land við tí úrslitið, at nógvur sjógvur er trýstur inn ímóti býnum.
Tí ganga frólk nú upp undir knæ í vatni, og á tí kenda Markusartorginum stendur vatnið ein metur oman fyri sjálvt torgið. Gjáramorgunin vístu mátingar, at í støðum stóð vatnið meiri enn hálvan annan metur oman fyri tað vanliga.
Venezia er eitt av støðunum á varðveitingarlistanum hjá UNESCO, og italsku myndugleikarnir hava roynt ymisk tiltøk fyri at verja býin ímóti vatnflóð. Men enn er tað so ikki nóg mikið.










