Tað eru stór útlit fyri at føroyingafelagið í næstbestu donsku deildini, Vendsyssel FF, í næsta ár verður at síggja í bestu deildini.
Í dag vann Vendsyssel lykladyst í oddastríðnum, tá teir á útivølli vunnu 1-0 móti FC Helsingør. Við sigrinum liggur Vendsyssel á øðrum plássi, nú tað bert resta tvey umfør. Bert stig aftanfyri Hobro á fyrsta plássinum.
Tað er tó merkisvert í ár, at bara eitt lið í næstbestu deildini flytir beinleiðis upp. Nummar tvey og trý skulu spæla play-off dystir móti tveimum teimum niðastu liðunum frá Superliguni í ár.
Sæð við føroyskum brillum, hevur talan tó verið um lítið hugaligt vikuskiftið í næstbestu donsku deildini. Hvørgan av teimum báðum føroysku leikarunum í Vendsyssel FF, René Shaki Joensen ella Meinhard E. Olsen komu á vøllin í dag.
Bert ein føroyskur leikari var á vøllinum um vikuskiftið, sum var Finnur Justinussen, ið byrjaði inni fyri Fremad Amager, sum á útivølli spældi 0-0 javnleik móti FC Roskilde. Finnur Justinussen spældi teir fyrstu 85 minuttirnar í álopinum hjá Fremad Amager.
Viljormur Davidsen, ið vanliga er liðskipari hjá Vejle, var ikki tøkur til dystin hjá Vejle í dag, sum Vejle vann 1-0 á útivølli móti Skive.










