Nýggja vendispælið Fiskar og fuglar í føroyum hevur fingið góða undirtøku. Spælið, sum er til alla familjuna, snýr seg um at kennast við og minnast føroyskar fiskar og fuglar. Hetta er sostatt eitt stuttligt, læruríkt og barnavinarligt spæl, har øll kunnu vera við.
Hóast Fiskar og fuglar í føroyum bert hevur verið á marknaðinum í fáar dagar, boða skapararnir handan spælið frá, at stórur eftirspurningur og áhugi hevur verið at fingið fatur á vendispælinum.
Tað er felagið Fegin sum stendur aftan fyri, og tilber nú at ogna sær familjuspælið í øllum FK- handlunum, Rit og rák, Gamla bókhandlinum, Klávus í SMS, Berglon í Runavík og Klaksvík, Bókhandlinum í Runavík, Alfa í Klaksvík og hjá BR.










