Vencil við Lovecraft, Hjörvar og Murakami

Í fjórða Vencili er á fyrsta sinni ein stuttsøga eftir amerikanska høvundin H. P. Lovecraft

H.P. Lovecraft skrivaði ræðuskaldskap, fantasy og science fiction bøkur. Týdda stuttsøgan eftir Lovecraft hevur heitið ?Tónleikurin hjá Erich Zann? var fyrstu ferð prentað á tíðarritinum National Amateur í 1922. Hetta er ein søga um ótamdan kærleika fyri tónleiki og eitt innlit í, hvussu slík mennsikju virka.

Við er eisini stuttsøgan ?Illa fara orðini? eftir íslendska høvundin Úlf Hjörvar. Evnið í søguni er um at leita eftir orðum, rætta týdninginum, ið orðini hava og hvussu hesi kunnu livast. Tað er Carl Jóhan Jensen, sum hevur týtt úr íslendskum.

Tíðliga í ár kom út skaldsøgan ?Sunnan fyri markið? eftir japanska høvundin Haruki Murakami, sum Pauli Nielsen týddi. Pauli hevur eisini týtt stuttsøguna ?Fílurin hvørvur? eftir sama høvund. Hetta er ein søga um ein fíl, ið knappliga hvørvur úr einum djóragarði í einum stórbýi. Nýtist ein at siga meir.

Eisini liggja nýggjar upptøkur av upplestrum á heimasíðuni www.vencil.fo.

Til ber at tekna seg sum haldara á heimasíðuni hjá Vencili www.vencil.fo.

Vencil fæst eisini í bókabúðunum.