Veljarakanning á fartelefon

Saman við ISUUS Mobile hevur Sosialurin seinastu dagarnar havt eina veljarakanning umvegis GSM-kervið

Tøkni

Í samband við val plaga kanningar av ymsum slag at verða gjørdar, og fólkatingsvalið hesaferð er einki undantak í so máta. Sonevndu quick-poll kanningarnar á alnetinum hava seinnu árini eisini verið partur av hesum, og nú er so enn ein nýggj kanning komin.
Hesaferð er møguleika at atkvøða umvegis fartelefon-neti. Við at senda ein SMS við lista-bókstavinum hjá einstøku flokkunum til 593000, ber til at taka lut í kanningini.
Tað er ISUUS Mobile við Regin Weihe Dalsgaard, sum stendur fyri skipanini, og sjálvur heldur Regin, at henda hevur fyrimunir framum vanliga quick-poll kanningarnar, sum javnan eru á netinum. Hetta tí tað í eini gsm-atkvøðugreiðslu ikki er gjørligt at verða upptikin fleiri ferðir. Forðingin fyri hesum í eini quick-poll á alnetinum er nevnliga ikki størri enn so, at brúkarin við at strika eina cookie kann atkvøða so ofta, sum honum lystir.

Einastandi loysn
Men hetta at gera eina atkvøðugreiðslu á netinum er bara ein evarska lítil partur av tí, sum ISUUS fæst við. Seinnu árini hava teir ment eina serliga trívegis GSM-skipan. Tað vil siga eina skipan, har fyrispurningar av ymsum slag kunnu sendast til nummarið, og síðani verður svar sent aftur til brúkaran.
- Talan er um eina loysn, sum eingin annar í Føroyum ella Danmark kann veita í løtuni, sigur Regin.
Vit hava longu nakrar kundar bæði her og í Danmark. Eitt nú hevur Meinhardt Arge eina skipan, har tú við at senda sms við tíni nummarplátu á kanst fáa at vita, hvørt hesin er liðugur á verkstaðnum ella ikki. Somuleiðis hevur Solar Føroyar eina skipan, har síggjast kann, hvussu langt ávísur ordri er komin í skipanini.

Fleiri fyrimunir
Í løtuni er Regin í Danmark, har ein roynd verður gjørd at koma inn á danska marknaðin.
- Her hava vit so valt, at okkara lutur skal vera sum supplering til skipanir, sum longu eru kendar. Eitt nú kann okkara skipan samstarva við Navision, og á tann hátt kunnu vit gerast eitt eyka amboð hjá fyritøkunum. Tað halda vit í øllum førum vera betri, enn at skula royna at trýsta stórar fyritøkur heilt av marknaðinum.
Sjálvur heldur Regin, at størsti fyrimunurin við teirra skipan er, at hon er nógv bíligari hjá kundanum, enn aðrar SMS-tænastur.
- Kappingarneytarnir hjá okkum eru fyrst og fremst tær tænastur, sum hava fýra tøl. T.d. 1441 í Føroyum. Í mun til hesar er okkara fyrst og fremst bíligari at keypa, og hevur tú fyrst keypt hana, kanst tú brúka hana sum tær lystir, uttan at skula rinda eyka fyri hetta. Hartil inniber eitt SMS til okkara tænastu ikki nakað eyka gjald fyri sendaran. Tað kostar tað sama, sum at senda eitt vanligt SMS, sigur Regin Weihe Dalsgaard at enda.