Í kvøld verður fundur í Havn til at velja grindaformenn til hvalvágna í Sandagerði Fundur til at velja grindaformenn til hvalvágna í Sandagerði verður í kommunuskúlaulini í Havn í kvøld klokkan 20.
Tað verða fýra grindaformenn og tveir varaformenn valdir til hvalvágna, og teir verða valdir í økinum, sum umfatar Suðurstreymoy, Hest, Koltur og Nólsoy.
Tað eru sýslumaðurin fyri Streymoyar sýslu og Tórshavnar kommuna, sum standa fyri grindaformansvalinum.