Velja ella vraka Tobba

Hóast Tórbjørn Jacobsen fleiri ferðir seianstu mán­að­ir­nar hev­ur sagt, at hann ikki still­ar uppaftur, so eru tey mong, sum ikki hava trúð hon­um. Vit hava eisini fyrr skriv­að á hesum stað, at hóast hann hevur sagt, at hann ikki stillar upp, so ivast vit ikki í, at navn hansara stendur á lista­num, sum verður borin val­nevnd­ar­­for­kvinnuni leygarkvøldið klokkan seks.

Vit vita eisini, at veddað hev­ur ver­ið um hetta í Løg­ting­i­num, og at øl­kass­ar standa upp á spæl, bæði um hann verður á list­a­num – ella ikki.
Hvor om alting er, so er tað ikki nóg mikið at stilla upp. Tú skalt eisini veljast á ting. Sambært fólkatingsvalinum, sum Tór­bjørn Jac­ob­sen sigur, at »Tjóðveldi tapti so dyggiliga«, so halda veljarar hjá Tjóðveldi ikki, at Tórbjørn Jacobsen skal vera í fremstu røð. Við sín­um 142 atkvøðum er hann aftan fyri fýra sterkar kvinn­ur – og Høgna Hoydal. Men tað gevur honum eitt sættapláss, og tað kann vera nóg mikið til tess at fáa fótin inn um ting­gátt.
Greitt er, at Tórbjørn Jacobsen vil aftur á ting. Spurningurin er, um Tjóðveldi vrakar hann – ella tekur hann á listan.
Ta avgerðina eiga limir í valfeløgunum.