Vel tær tín egna 10. flokk

Skúlarnir í Tórshavnar kommunu hava nú í felag gjørt ein faldara, har til ber hjá næmingum at velja sær sín egna 10. flokk.

Óli sat á breyt og kvæð. Hetta ørindi kenna tey flestu, men nú kunnu næmingar í 10. flokki gera tað sama.

Skúlarnir í Havn eru komnir við snøggum, litríkum og stórum faldara, har næmingar í 10. flokkum kunnu velja sær sín egna 10. flokk. Velja sær ymsar breytir.


Eingin kravd lærugrein

Endamálið er eitt øðrvísi skúlaár eftir loknan fólkaskúla. Eitt ár, sum næmingurin hevur ávirkan á.

Eingin kravd lærugrein er, men tímatalið skal vera minst 28. Í hesum talinum eru 12 tímar um vikuna, 2 dagar 6 tímar um dagin, til breytaarbeiðið, sum øll skulu hava, men ein velur sjálvur breyt úr teimum 10 breytunum. Harafturat velur ein so tær lærugreinar, ið einum nýtist.

Breytirnar eru Náttúrubreyt, Vinnulívsbreyt, Fiskivinnu/sjóbreyt, Samfelagsbreyt, Ítróttarbreyt, Listabreyt, Miðlabreyt, Handverksbreyt, lestrarbreyt og Húsarhaldsbreyt.

Ætklanin við hesum er, at næmingurin bøtir um førleikan í ávísum lærugreinum, fyrireikar seg og búnast til eina miðnámsútbúgving og velur hana, ella møguleiki er fyri at velja eina meira yrkiskenda leið.

Skúlarnir, ið eru við eru Kommunuskúlin, Eysturskúlin, Venjingarskúlin, Sankta Frans Skúli, Hoyvíkar Skúli, Argja Skúli og Kaldbaks Skúli.

Til skúlaárið 1999/2000 skulu næmingarnir so lesa áhugaverda faldaran og velja sær eina breyt. Teir fáa 3 møguleikar, ynski, at skriva niður og sleppa so vónandi á eina av ynsktu breytunum.

Breytin inn í ár 2000 er løgd við slagorðunum víðskygni, virkni og vitan.