Vektin ávirkaði trúnna hjá presti

– Fólk tosa ofta niðrandi um fólk, sum viga ov nógv. Tey halda, at tjúkk fólk eru dovin og ófantalig. Tað er særandi – og ikki fyrr enn nú síggi eg, hvussu nógv tað ávirkaði meg.

 

Tað sigur Ann Dahl Hansen, prestur, sum helt sítt nýggjarslyfti fyri 2015 og klænkaði 35 kg. Men tað hevur ikki altíð verið lætt, sigur hon í samrøðu við VikuskiftisSosialin.

 

Hoyrið Barbaru Holm, redaktør á VikuskiftisSosialinum greiða frá innihaldinum í blaðnum, sum eisini fæst á sos.fo