Mikukvøldið verður vektarbúðin í gamla handilsbygninginum hjá Niels hjá John í Vestmanna fyri fyrstu ferð karmur um konsert.
Tað verða fólkatónleikararnir Hanus G. Johansen og Jógvan Andrias Joensen sum framføra.
Hanus og Jógvan Andrias hittust á Kungalv í 1987, og teir hava gjøgnum árini havt konsertir ymsastaðni í Føroyum og í okkara grannalondum.
Forsøla av atgongumerkjum er á Kommunuskrivstovuni í Vestmanna.