Skipið, sum Skála Skipasmiðja byggir fyri Thor í Hósvík, verður sjósett í morgin klokkan 10. Veitingarskipið er 55 metrar langt og kostar 75 mió. krónur. Skipið skal millum annað sigla útgerð til seismikkskip, ið sjáldan koma til bryggju.
Arbeiðið upp á skipið byrjaði í november í fjør, og hálvan oktober verður tað latið eigaranum í Hósvík.
Fyrst skal tað til Hirtshals at sandblásast og málast.
Hálvan november verður skipið heilt liðugt.
Hetta er fyrsti nýbygningur á Skála Skipasmiðju í 20 ár.










