Fleiri veikir jarðskjálvtar hava verið í Íslandi tað seinasta samdøgrið, og teir flestu hava verið við oynna Grímsey á Norðurlandinum. Har vóru fleiri skjálvtar í nátt og í morgun. Tann harðasti var umleið 2,0 á Richterstiganum, og hinir vóru á leið tað sama, skrivar Morgunblaðið.
Íslendsku jarðfrøðingarnir siga, at teir flestu jarðskjálvtarnir hava verið havt miðdepil einar fimm fjórðingar í landnyrðing úr Grímsey og millum fýra og 10 kilometrar undir havbotninum.









