- Tað ber ikki til at skipa fiskivinnuna 100 prosent eftir marknaðartreytum. Ongin í vinnuni skilir hasa hugsanina. Og eg skilji hana heldur ikki.
Orðini eigur Kjartan Hoydal, nú pensjoneraður fiskivinnuserfrøðingur.
Hann, sum er útbúgvin fiskilívfrøðingur, er háttvirdur í altjóða høpi sum fiskivinnuserfrøðingur og hevur í ein mansaldur røkt týðandi, høg størv innan bæði føroyska og altjóða fiskivinnuumsiting og –ráðgeving.
Virðingin røkkur tvørtur um heimlig floksmørk, men hann hevur ongantíð dult, at hann hoyrir heima í vinstru síðu á føroyska loysingarveinginum – Í Tjóðveldi, har sonur hansara er floksformaður.
Tí vekir tað serligan ans, at hann gongur ímóti fiskivinnunýhugsanunum hjá andstøðuni á Løgtingi, har serliga Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin berjast fyri at fáa skipað okkara fiskivinnu undir beinhørðum marknaðartreytum kjølfest í einari uppboðssølu, har loyvir, fiskidagar, kvotur og fiskirættindi annars av einhvørjum slagi alla tíðina skulu verða til keyps og sølu.
- Sjálvt kendi íslendski professarin Ragnar Arnason (búskapar- og samfelagsfrøðingur, serfrøðingur í fiskivinnu, professari við lærda háskúlan í Reykjavík, red.), ið annars er ein hin ídnasti fortalarin fyri umsetiligheit í fiskivinnuni, heldur, at tað ber ikki til, at loyva marknaðarkreftunum einsamøllum at skipa fiskivinnuna. Vinnan vil hava vissu fyri, hvat hvør veiðubólkur eigur hvørt fiskiárið, og tá lok er lagt á tann partin, vilja teir sleppa at fiska, sigur Kjartan Hoydal.
Fjølbroyttur floti
Hann leggur dent á, at ein uppboðssøluskipan heldur ikki fer at tryggja okkum ein fjølbroyttan flota, um tað er tað, vit vilja hava.
- Tað haldi eg avgjørt, at vit skulu hava. Vit skulu minnast til, at tað er ein grund til, at flotin er samansettur, soleiðis sum hann er, við teimum ymisku veiðibólkum. Tað er tí, menn hava sæð, at tað loysir seg at fiska eitt slag við línu, eitt annað við gørnum, eitt triðja við troli og so framvegis. At so at kalla allur botnfiskiskapurin í fleiri ár hevur ligið í tungum sjógvi er ikki at kasta verandi fiskivinnuskipan fyri, men umsitingini av henni, sigur hann.
Kjartan Hoydal var fiskivinnustjóri í landsstýrinum, tá lógin um vinnuligan fiskiskap kom í 1994, og tá fiskidagaskipanin kom tvey ár seinni. Hann var sostatt tætt knýttur at lógar- og reglusmíðinum tá, og hann er als ikki samdur við teimum, ið geva lógini um vinnuligan fiskiskap og fiskidagaskipanini alla skyldina fyri, at fiskivinnuumsitingin ikki virkar nóg væl – onkur vil siga, at hon als ikki virkar.
- Lógin um vinnuligan fiskiskap er líka góð í dag, sum tá hon kom fyri 20 árum síðani. Trupulleikin er fyrisitingin av lógini. Her hevur man so líðandi broytt fyrisitingarhátt og mannagongdir. Umsitingin av lógini er vorðin so skeiklað, at ætlanin við henni í mongum førum ikki kennist aftur. Til dømis blivu ídnaðarloyvini vakt til lívs aftur, sjálvt um tað var greitt fyri øllum í politisku skipanini, tá lógin kom, at gomlu ídnaðarskipini ikki høvdu rætt at fiska í heimasjógvi. Og Anfinn Kallsberg og Jørgen Niclasen loyvdu, at veiðiloyvi vórðu seld, so tey kundu kapitaliserast. Tað var annars eisini púra greitt í lógini fyri øllum, at veiðiloyvini skuldu fella aftur til landið, tá loyvishavarin gavst at brúka tey, sigur Kjartan Hoydal.
Fiskidagar av kós
Umsitingin av fiskidagaskipanini er eisini langt síðani farin av sporinum, heldur hann, tí hon er ongatíð stillað rætt í mun til økt og broytt veiðutrýst, síðani skipanin kom í 1996.
Men her vísir hann á, at tað ikki bert er galið við politisku umsitingini av fiskidagaskipanini. Vísundaliga grundarlagið hevur eisini vantað.
- Stovnsmetingarar av hvørjum botnfiskastovni sær, sum er grundarlagið undir tilmælunum hjá Havstovuni, kann ikki brúkast til endamálið við eini fiskidagaskipan. Tá vit gjørdu skipanina, var tað avgerandi at rokna út, hvat hvør skipabólkur var mentur at fiska av stovnunum fyri hvønn fiskidag. Tá ber eisini til at rokna út, hvussu nógvar fiskidagar, ein bólkur skal hava, fyri at veiðan er burðardygg. Men Havstovan metir bara um stovnin og roknar ikki út hóskandi fiskidagatalið. Avleiðingin er, at veiðiflotin ikki verður umsitin rætt, ov nógv skip eru í serliga trolara og línubólkunum, og ongin fær optimalt burtur úr fíggjarliga, staðfestir Kjartan Hoydal.
Hann leggur tó dent á, at tað ikki bert er vánalig umsiting og ovurveiða, ið er orsøk til ringa standin hjá føroysku botnfiskastovnunum.
- Veiðutrýstið hevur verið ov høgt, men náttúran hevur eisini verið ímóti. Góða gongdin hjá stovnunum og í fiskiskapinum steðgaði í 2002, og tað var áðrenn, at skipanin varð so skeiklað, sum hon er nú, staðfestir Kjartan Hoydal.
Virðið galdandi lóg
Samanumtikið heldur Kjartan Hoydal ikki, at tað er neyðugt við kollveltandi broytingum í lógini um vinnuligan fiskiskap, og mælir til, at fiskiskapurin framhaldandi verður skipaður við veiðiloyvum, fiskidøgum, kvotum, stongdum leiðum og reiðskapsreguleringum.
- Vit mugu fyrst virða ta lógina, vit hava. Sjálvsagt er tað upp á sítt pláss at nýmótansgera og tillaga eina 20 ára gamla lóg. Millum annað haldi eg tað hava stóran týdning at fáa allar skipabólkar og teirra fiskirættindi inn í sjálva lógina, eisini uppsjóvarskipini og fjarfiskiflotan, soleiðis at eisini skipini í hesum bólkum hvørt ár vita, hvat tey kunnu rokna við í teirra lut av kvotunum, sum vit fáa í samráðingum við onnur lond, sigur Kjartan Hoydal.
Tó at hann heldur eina uppboðssøluskipan verða eitt ivasamt amboð at skipa sjálvan fiskiskapin við, so hevur hann onki ímóti, at landið bjóðar fiskirættindini út á uppboðssølu, tá tey eru tøk.
- Fiskirættindi eiga av røttum at fella aftur til landið, tá ein reiðari gevst við sínum virksemi. Tað var ongatíð ætlað nakað annað, tá lógin varð gjørd. Og tá hevði borið til at selt hesi rættindi til hægstbjóðandi, tað havi eg onki ímóti, sigur hann.
Kjartan Hoydal vísir eisini á, at um fiskirættindi fella aftur til landið, minkar stóri útlendski áhugin eisini at keypa seg inn í føroysku fiskivinnuna – ein áhugi, sum stórur partur av politisku skipanini ræðist.
- Tað er kapitaliseringin av fiskiloyvunum, sum hevur vakt áhugan hjá útlendingum at keypa seg inn her, so tann áhugin hvørvur, tá loyvini ikki longur kunnu handlast privat, sigur hann.
Kjartan Hoydal er sostatt langt frá hugsanini hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, um, at veiðiloyvini skulu vera frítt umsetilig – skulu kunna kapitaliserast – men teir eru samdir um, at vit grundleggjandi skulu halda fast í verandi loyvisskipan og fiskidagaskipanini.
Brandskatt á eykavinning
Avkastið til Føroya fólk av fiskatilfeinginum, sum fólkið eigur sambært lógini um vinnuligan fiskiskap, skal so bjargast við at brandskatta tilfeingisrentuna, heldur Kjartan Hoydal.
Tilfeingisrentan er tann óvanligi parturin av inntøkuni hjá einum virki – í hesum føri skipi – ið er beinleiðis úrslit av, at atgongdin til viðkomandi vinnu er avmarkað.
Kjartan Hoydal sær ongar stórvegis trupulleikar í at rokna tilfeingisrentuna út fyri hvørt árið hjá skipum og reiðaríum og vísir á, at millum annað Norðurlandaráðið hevur gjørt og brúkt ein frymil at rokna eftir.
Viðvíkjandi støddini á einum slíkum tilfeingisskatti heldur hann, at landsstýrismaðurin sjálvur hevur róð fram undir eitt skilagott støði, tá hann fyri einum ári síðani legði uppritið um broytingar í fiskivinnulóggávuni fyri landsstýrið. Í uppritinum skjýtur Jacob Vestergaard upp, at tilfeingisgjald í føroysku fiskiveiðuni verður skorið eftir sama leisti sum í oljuvinnuni.
- Okkara oljuvinna hevur fyrst og fremst norsku oljuvinnuna sum fyrimynd, og har verður óvanligur vinningur skattaður við 80 prosentum. Tað hevði eisini verið ein hóskandi tilfeingisskattur á fiskivinnuna her heima, sigur Kjartan Hoydal.
Fiskirættindi
Fiskirættindi eru grundleggjandi býtt í trý: Veiðiloyvi, ið er rætturin hjá einum skipi yvirhøvur at fiska, fiskiloyvi, ið tilskilar, hvat eitt fiskifar sleppur at fiska, og í triðja lagi verður fiskiskapurin hjá hvørjum einstøkum skipi so avmarkaður við annaðhvørt kvotum ella fiskidøgum.
Tilfeingisrenta
Í bóklinginum ”Økonomien i de nordiske fiskerier – fokus på ressourcerenten”, sum Norðurlendska Ráðharraráðið gav út á sumri 2006 verður tilfeingisrentan skilmarkað og frymil settur upp at rokna hana út eftir.
Tilfeingisrentan verður skilmarkað – definerað – sum ”nettoavlopið, ið er eftir til arbeiðslønir og kapitalkostnað út um tað, ið kann røkkast í øðrum vinnum” (leysliga umsett).
Tilfeingisrentan kann eisini lýsast við øðrum orðum sum tann ”óvanliga” inntøkan, sum stendst av virksemi í eini vinnu, har atgongdin er avmarkað.
Í bóklinginum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum verður ein frymil nýttur, har tilfeingisrentan í fiskivinnuni er munurin millum øðrumegin lønarkostnað, kapitalkostnað og møguligt tilfeingisgjald og hinumegin lønarkostnað og kapitalkostnað i øðrum, men samanberiligum vinnum. Tá tilfeingisrentan í krónum er útroknað, kann hon eisini roknast út sum prosentpartur av veiðivirðinum.