Veiðiloyvi er ikki longur krav

Uppboðssølan av veiðirættindum fyri 2017 verður í næstum lýst av landsstýrismanninum Høgna Hoydal.

 

Í mun til undanfarin ár, so krevst ikki veiðiloyvi fyri at bjóða uppá veiðirættindi. Einsta krav er annahvør, at fiskifarið skal verða undir føroyskum flaggi, ella at felagið, ið bjóðar, kann skjalprógva at fiskifar undir føroyskum flaggi skal veiða fiskin, ið tað bjóðar uppá.

 

Tilsamans verða 2827 tons av botnfiski í Barentshavinum boðin út. Harav eru 614 tons í norska partinum og 2213 í russiska partinum.

 

10.894 tons av makreli verða boðin út, 54.594 tons av svartkjafti og 53.000 av norðhavssild.

 

Sum undanfarin ár, so verða bæði opnar og afturlatnar uppboðssølur nýttar.