Vegirnir verða ikki hildnir

Samstundis sum trýstið á vegakervið er økta munandi, er játtanin til viðlíkahald skorin, so hon nú bert er triðingin av tí, sum hon skuldi verið

Landsverk hevur almannakunngjørt ársfrágreiðing sína fyri 2014, og her verður staðfest, at tað í ólukkumát vanta pengar til viðlíkahald av føroyska vegakervinum.

 

Landsverk grundgevur fyri hesum við at vísa á, at í krónum og oyrum er játtanin til viðlíkahald skerd við 20% síðani 1996. Samstundis eru nú fleiri kilometrar av vegi at viðlíkahalda, trýstið á vegakervið er størri (fleiri bilar eru), og tølini eru ikki javnað fyri prísvøkstur. Var játtanin prístalsjavnað við 1,5% um árið síðani 1996, hevði játanin til viðlíkahald av vegakervinum verið á leið 124 mió kr. Hon er í dag 43 mió kr., skrivar Landsverk millum annað í frágreiðingini. Samstundis verður víst á, at rakstrarútreiðslurnar á fíggjarlógini annars eru meira enn tvífaldaðar.