Veggurin hægsti felagsnevnarin

Fyri løtu síðan endaði fyrsta ?The Wall? konsertin í Norðurlandahúsinum. Veggurin er nakað fyri fólk í øllum aldri Allur salurin í Norðurlandahúsinum var á tamp, tá veggir og loft vóru um at fara uppfrá í buldrinum og brakinum frá einum rokkorkestri, symfoniorkestrinum og skúlanæmingum.

Í aldri vóru áskoðararni líka frá 15 til eini 80 ár, so tað er onki at ivast í, at The Wall er fyri allar aldrar.

Somuleiðis er tað undarligt, at hugsað sær, at so nógv koma at dyrka isolatiónina.

Sjálvt pørini, ið vóru mest forelskaði, tá tey komu inn, mistu kontakt við hvønn annan, tá einsemi, ræðsla og vemmuligheit skuldi dyrkast saman við Pink.

Ið, sum hann eigur, fer í hundarnar, fyri spakuliga at koma uppundan.

Kanska kendu øll ikki allar sangirnar, og serliga á teimum ungu sæst, at tað bara er Another Brick in The Wall, sum tey veruliga kenna, men øll síggja út til at njóta hvørt sekund av framførsluni.

Íslendski bólkurin, ið spælir, var sera væl nøgdur við framførsluna. Hóast teimum betri kundi hugsað sær, at verið í Føroyum um summarið.

Eisini symfoniorkestrið segði seg hava tað gott. Hóast tað ikki var Mozart á skránni í kvøld.

Í morgin vera tvær konsertir. Ein klokkan 16 og ein klokkan 20.