Nógv vatn er runnið í ánni, síðani landsvegurin gjøgnum Kollafjørð varð gjørdur í 70´unum, og tá eisini alt veganetið norð gjøgnum Sundalagið varð útbygt. Henda útbygging av veganetinum var tá eitt stórt framstig, tá hugsað verður um ferðamøguleikarnar, men stóra økingin av akførum, ið hvønn dag ferðast á hesum vegastrekki, setur stór krøv til vegirnar, serliga hvat trygd viðvíkur. Tað má tí altíð verða eitt krav, at vegastrekki við so nógvari ferðslu verða dagført, soleiðis at trygdin altíð er í hásæti.
Veganetið í Sundalagnum er dagført tey seinastu árini. Her hugsi eg serliga um avkoyringarnar við Streymin, í Streymnesi og í Hósvík. Og nú verður so avkoyringin við Sjógv í Kollafirði eisini dagførd. Hendan avkoyringin hevur víst seg at verið vandamikil, og hagtøl vísa tíverri eisini, at júst við hesa avkoyring henda alt ov nógv ferðsluóhapp. Trupulleikin her er eins og við aðrar avkoyringar, at vegurin er ov smalur. Tað er tí í tøkum tíma, at hetta vegastrekkið nú verður dagført.
Nú er so skjøtul settur á at loysa hendan trupulleika, og ein vinstrasnaringarbreyt verður gjørd. Hetta merkir, at landsvegurin verður breiðkaður eina vegabreyt út móti sjónum. Við eini vinstrasnaringarbreyt kunnu bilarnir standa trygt og bíða eftir til klárt er at koyra av landsvegnum, meðan hin ferðslan eisini trygt kann koyra framvið á báðum síðum.
Fyri at markera avkoyringina, so verða “oyggjar” og góðar avmerkingar gjørdar úti á landsvegnum. Hesar “oyggjar” skulu fyribyrgja, at bilar yvirhála. Eisini ljósviðurskiftini hava alstóran týdning í ferðsluni, og tí verður hetta økið úti á landsvegnum eisini væl upplýst. Umframt hetta verður ferðin á vegastrekkinum við avkoyringina sett niður á 60 km/t.
Sum øllum kunnugt so er Kollafjørður langur og hevur tí eisini fleiri avkoyringar av landsvegnum. Og her er bara í stuttum at siga, at trygdin við hesar avkoyringarnar heldur ikki er nóg góð. Tí er at vóna, at ikki ov long tíð gongur, til okkurt munagott eisini verður gjørt fyri at bøta um trygdina við hesar avkoyringarnar.
Jákup Dam,
býráðslimur fyri Tjóðveldi