Mortan Joensen er útbúgvin maskinsmiður og maskinmeistari. Hann hevur drúgvar royndir bæði frá vinnulívi á landi sum á sjógvi. Í løtuni siglir hann sum maskinmeistari við línubátinum Skørðini. Mortan Joensen er eisini seyðabóndi.
Hann hevur royndir innan prosjektering og eftirlit og drúgvar royndir sum maskinførari. Hann hevur starvast á vegadeildini í eitt tíðarskeið í 80’unum, skrivar kommunan.
Mortan Joensen er úr Fuglafirði, giftur Lis Joensen, og eiga tey trý vaksin børn.
Hann byrjar í starvinum á vegadeildini kommununar 1. august.