Veður og vindur á fartelefonini

Á m.lv.fo ber til at finna veðurappina hjá Landsverki. Har tú lætt á fartelefonini kanst fylgja við hvussu vindur og veður eru kring alt landið.

Á m.lv.fo ber til at finna veðurappina hjá Landsverki. Har tú lætt á fartelefonini kanst fylgja við hvussu vindur og veður eru kring alt landið.

Nú stormurin herjar um landið 2. dag á rað, er nógv trýst á heimasíðuni hjá Landsverk, lv.fo har veðurmátingarnar hava ligið í nógv ár, og sum altíð er nógv vitja dagar sum hendan. 

Men til ber at fylgja við í veðurmátingunum á webappini hjá Landsverk, ið liggur á m.lv.fo, tá tú kemur inn á hana ber til at leggja eina leinkju á forsíðuna á tínari smartphone, og sostatt fylgja við veðrinum, óansæð um tað er vindur sum í dag, koyrilíkindi tá frost er, ella sólarglottar og hitastig, tá summar er.