Fyri veður verður fráferðin hjá Smyrli á leið 7 kl. 11:00 av Havnini flutt til kl. 14:00, sunnudag 28. januar. Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í smb. við broyttu fráferðina hjá Smyrli.
Fyri veður er fyribils ongin koyring á leiðunum til Vestmanna og á Flogvøllin 100 og 300, sunnudag 28. januar.
Fyri veður er fyribils ongin koyring á leiðunum 600, 601 og 650 í Sandoy og millum Sandoy og Tórshavn, sunnudag 28. januar.
Fyri veður er ongin koyring á leiðunum 700 og 701 í Suðuroy, sunnudag 28. januar.